Unnamed: 0
int64 0
303k
| Text
stringlengths 21
10.3k
|
|---|---|
200
|
Øvundsjúka er ein ring sjúka, ja, møguliga tann ringasta, ið er. Ævintýr, serliga gandaævintýr, eru eyðkend fyri at viðgerða ymsikar menningar hjá menniskjanum, sum tað at blíva vaksin, at møta forðingum í lívinum og at standa yvir mótstøðufólki. Ævintýrið "Drongurin, ið fekk kongsdóttrina aftur frá sjótrøllinum" er eitt gandaævintýr, ið snýr seg um eitt tema sum øvundsjúka. Ævintýrið stendur í "15 Føroysk ævintýr - Einaferð var tað", ið Bókafelag Føroya Lærafelag gav út í 2014. Skadskap av mannamunni. "15 Føroysk ævintýr" kom út í samband við 150 ára føðingardagin hjá Jakob Jakobsen, ið savnaði og skrivaði ævintýr niður. Tí kunnu vit eisini siga, at her er talan um eitt ævintýr, ið er skaldskapur av mannamunni.
|
201
|
Ævintýrið snýr seg um ein drong, ið átti ein fátakan pápa, ið ikki var førur fyri at geva soninum tann mat hann hevði tørv á. Drongurin mátti tí fara heimafrá, og endaði á kongsgarði, har hann fekk arbeiði hjá konginum, hvørs dóttir var stolin av einum sjótrølli. Kongurin dámdi væl drongin, tí hann var so klókur - ja, so klókur, at hann var settur fram um allar hinar høgu harrarnar. Hetta dámdu høgu harrarnir einki, og gjørdust tí øvundsjúkir inná drongin. Og fyri at fáa drongin vekk av vegnum, funnu teir høgu harrarnir uppá lygnir, ið snúðu seg um, at drongurin hevði sagt, at hann dugdi ymiskt, ið varð mett at vera næstan ógjørligt. Men drongurin hevði í roynd og veru ikki talað orð um hetta. Kongurin trúði høgu harrunum, og segði, at um drongurin kláraði at gera tað, ið varð sagt, fór kongurin at vera best við hann, men um hann ikki kláraði tað, skuldi hann missa lívið. Tað vóru tilsamans fýra royndir, og hann kláraði allar við hjálp frá trimum monnum í skóginum. Tann síðsta royndin var at bjarga kongsdóttrina frá sjótrøllinum, ið hann megnaði, og endaði við at fáa kongsdóttrina og ríkið, tá ið kongurin var deyður. Og teir høgu harrarnir vórðu píndir og síðani brendir.
|
202
|
Um vit seta persónarnar í ævintýrinum inn í aktantfrymilin, sær hann soleiðis úr:
|
203
|
Subjektið er drongurin, ið hevur eina ætlan at fáa objektið, ið er konsdótturin. Tað vil tó siga, at um subjektið ætlar sjálvur at hava objektið, verða subjektið og mótakarin sami persónur - tí er drongurin eisini móttakarin. Mótstandararnir/forðingurin eru teir høgu harrarnir, og fyri at drongurin skal 'vinna' á teimum, hevur hann trýggir hjálparar, ið eru teir tríggir menninir í skóginum. Hóast høgu harrarnir eru størsta forðingin, kunnu vit eisini seta kongin sum mótstandara, av tí at kongur trúði høgu harrunum og hevði ætlanir at drepa drongin, um hann ikki kláraði uppgávurnar. Tó er kongurin eisini gevarin, ið eigur objektið, kongsdóttrina, og hevur valdið yvir um drongurin kann fáa dóttrina ella ikki.
|
204
|
Drongurin fer í skógin at leita eftir fuglinum, tí sum vant eru djór í skógum. Men skógurin kann eisini skiljast sum mynd uppá vísdóm, har drongurin fer inn í skógin, fyri at finna svar uppá uppgávurnar hann fær frá konginum. Inni í skóginum finnur drongurin eitt hús, har ljós brennir. Tað er her hann finnur teir tríggir mennirnar, ið hjálpa honum at loysa uppgávurnar. Ljósið í húsinum, kann mynda vónina; vónina fyri, at hann fer at klára hesar uppgávur.
|
205
|
Nakrir mótsetningar eru eisini, so sum teir "høgu" harrarnir, ið seta seg sjálvan høgt, og so er tað drongurin, ið er lýðin og ger sum kongurin biður. (hann setir ikki seg sjálvan høgt) Ein annar mótsetningur er at drongurin er fátækur og klókur, ímeðan høgu harrarnir eru ríkir, men ikki so gløggir.
|
206
|
Fuglurin er ósekur, júst sum drongurin, men sum avleiðing av lygnunum hjá teimum høgu harrunum, má drongurin skjóta tann vakra og óseka fuglin. Hesin fuglur hann vera mynd uppá tað fría og óseka, ið verður offurið fyri menniskjans býttleikar.
|
207
|
Temu í ævintýrinum eru øvundsjúka. Teir høgu harrarnir eru øvundsjúkir inná klóka drongin. Teir royna at fáa drongin burtur við at finna uppá lygnir og siga tær við kongin, men tað rakti bara teimum sjálvum í síðsta enda, har teir vórðu píndir og síðani brendir. Eisini er eitt tema mótsetningarnar, sum tað góða ímóti tí ónda. Teir høgu harrarnir eru tað ónda, tá teir royna at fáa drongin vekk. Tað góða er drongurin, ið er lýðin ímóti kongi sínum og ger sum hann verður biðin.
|
208
|
Boðskapurin í ævintýrinum "Drongurin, ið fekk kongsdóttrina aftur frá sjótrøllinum" er, sum tað stendur í Lukas 14.11 "Tí hvør tann, ið setur seg sjálvan høgt, skal verða settur lágt, og tann, ið setur seg sjálvan lágt, skal verða settur høgt.". Teir høgu harrarnir settu seg sjálvan høgt, men teir vóru seinni settir lágt, ja so lágt, at teir vóru brendir av konginum. Drongurin setti ikki seg sjálvan høgt, men varð settur høgt seinni, eftir hann hevði gjørt sum kongur bað hann. At berjast sjálvur fyri eydnuna, hevur nógv meira at siga, enn at fáa hana givið. Drongurin var klókur og dugnaligur, ið hevur mera viðri í sær sjálvum, enn at vera ein av teimum "høgu" hjá kongi, ið óivia ikki hava gjørt nógv fyri at fáa tað plássið.
|
209
|
Vit hava í báðum førum eisini eina gongd, har subjektið hevur eina ætlan at ogna sær objektið. Søgan hjá dronginum endaði væl, hann fekk prinsessuna og ríkidømið, og fann eyduna. Spruningurin er so, um drongurin fer at vera verandi tann fitti og skilagóði persónurin, ella um hann fer at broytast, nú hann hevur fingið vald.
|
210
|
Bæði aktantfrymilin og kontraktfrymilin, eisini kallaður heima-úti-heima, kunnu brúkast í ævintýrinum. Tað byrjar við at drongurin er heima hjá pápanum. Tá hann fer heimanífrá við vón um at finna arbeiði kemur hann í trupulleikar, og noyðist út í fýra avbjóðingar. Ævintýrið endar við, at hetjan finnur kongsdóttrina, og soleiðis fær hann eydnu og ríkidømi. Í aktantfrymilinum er egið drongurin og hjálparar hansara er teir tríggir menninir, ið hann møtur í skóginum. Mótstøðumenninir eru harrarnir hjá konginum. Hóast drongurin bert miðar eftir einum arbeiði og eydnu, so endar tað við at hann fær kongsdóttrina og ríkidømi, ið hann fær givið frá konginum. Tað vil í høvuðsheitum siga, at hann ikki ætlaði sær kongsdóttrina í byrjanini, men tað varð nakað, sum hann fekk sum viðbót fyri dirvi sítt. Hann fær soleiðis nógv meira, enn tað hann stremdi eftir.
|
211
|
ðingar hansara skulu eydnast, l Gud, t noyddur u nsindur um talmamrøður, og mens kvindens barn bliver gravetop
|
212
|
Lýsingar er ein stórur partur av nútíðar samfelagnum. Lýsingar eru alla staðni, og í øllum formum. Í sjónvarpinum, útvarpinum, á gøtuni og allastaðni, har hugsast kann. Har eru lýsingar um alskyns lutir og fyri allar bólkar. Í hesum førinum er hetta ein lýsing um trygging av innbúgvinum hjá Føroya fólki. Tað er Tryggingarfelag Føroyar, ið hevur útgivið eina lýsing, sum Kovboy Film gjørdi í 2011. Lýsingin hevur verið víst í Kringvarp Føroya og ymsa staðni á alnótini, m.a. á YouTube.
|
213
|
Í lýsingini síggjast nógvir lutir, sum fólk vanliga hava heima við hús, t.d. stólar, lampur, stell, bøkur. So hvørt sum hesir lutir verða vístir, kemur eitt prísmerki fram. Móti endanum síggja vit kvinnuna, sum hevur tosað við okkum. Kvinnan er vøkur, og hetta er sera eyðkent fyri lýsingar. Síðan verður ein faldari vístir, sum kvinnan pástendur kann hjálpa okkum at vita, um vit gjarna vilja tryggja okkara innbúgv. At enda, síggja vit búmerkið hjá Tryggingarfelag Føroyar.
|
214
|
Eitt dømi um fjarmyndirnar er, tá ið vit síggja alla stovuna. Nærmyndirnar lata okkum fáa eina neyva mynd av lutunum, meðan fjarmyndirnar geva okkum eina meira yvirskipaða mynd. Tá ið vit síggja kvinnuna, verður miðal-fjarmynd (medium close-up) nýtt, hetta vil siga, at vit hava eina nærmynd, sum ikki er serliga nær við. Eyðkenni fyri hetta er, at man sær 1/3 av kroppinum hjá henni, har bringa og armarnir síggjast.
|
215
|
Fleiri frásjónir verða nýttar. Froskafrásjónin verður brúkt, tá kvinnufigururin úr viði verður vístir. Tað vil siga, at vit síggja lutin úr neðra.
|
216
|
Flestu myndirnar vera vístar við vanligt frásjón. Eitt dømi, er tá ið stellið verður víst. Vanlig frásjón vil siga, at vit síggja beint inn á tað, sum verður víst, júst sum tá ið vit eru í eygnahædd við onkran.
|
217
|
Eisini verður fuglafrásjón nýttar fleiri ferðir, t.d. heilt í byrjanini, tá ið stólurin verður vístur og tá ið vit síggja fløgurnar. Tá ið vit síggja ting úr erva er tað fuglafrásjón.
|
218
|
Eins og ljóð er sera týdningarmikið um ein lýsing skal rigga væl, so má ljósið eisini vera í lagi. Í sjónbandinum er sera ljóst. Tað er natúrligt ljós, ið verður nýtt. T.v.s. at tað er ljósið frá sólini. Ongar tendraðar lampur ella líknandi eru at síggja. Ljósið er serstakliga týdningarmikið fyri huglagið.
|
219
|
Vandin við at tryggja ov lágt er tann, at so fært tú ikki fult virðið endurgoldið, um óhappið hendir. Er innbúgvið 1 mio vert, og tú bert tryggjar fyri 500.000, so fært tú bara 1/2 virðið í endurgjaldið. Tí er eisini neyðugt at virðismeta innbúgvið javnt og samt, og serliga um nýggir, virðismiklir lutir verða keyptir.
|
220
|
Tað kostar sjálvandi eitt sindur meira, um tú setir virðið ov høgt. Men heldur tað, enn at missa meira fyri minni.
|
221
|
ið j gar hava v eisini fyri, at fað serliga nær við. Umleið 2/3 av kroppinum hj
|
222
|
Søgan er skrivað í 1995, og hetta er eitt tíðarskeið, har skilnaður millum hjún alsamt veksur. Naja er fødd fyrst í 60'unum og hevur skrivað bæði yrkingar, stuttsøgur, barnabøkur o.a. Hon viðgerð ofta evni sum "tað modernaða lívið", "kærleika" og "seksualitet".
|
223
|
Stuttsøgan byrjar in medias res, t.v.s hon byrjar mitt í eini hending, og gongdin fer fram í tíðarrøð. Stuttsøgan verður sædd gjøgnum eyguni á einum eg-persóni í 1. persóni, har vit hoyra um meiningar hennara um mannin. T.d. hugsar hon: "Vit gevast at tosa og hyggja hvør at øðrum. Í somu løtu skilji eg, at mær dámar hann ikki"(regla 1-2), og sigur: "Hvat fanin gert tú her?".eg ristist um allan kroppin av illsinni. (regla 28-29) og"Vakna tín hundur" (regla 46). Søgan gongur allarhelst ikki fyri seg í dag, av tí at vit hoyra um jukeboksina (sum var serliga populer í 60'unum (regla 7)).
|
224
|
Høvuðspersónurin í stuttsøguni er kvinnan. Hon verður fyri tað mesta lýst óbeinleiðis. Hon er gift við Henriki, sum hon ikki elskar (regla 84-87). Tað kemur tíðiliga fram, at tey hava nógvar trupulleikar í parlagnum. T.d. undrast hon á, at hon enn er edrú, tí fleiri eru farnir niðurum, í vónini um, at tað koma ljósari tíðir (regla 14-16). Tey skeldast sum heild gjøgnum allan tekstin og sýnast at hava nógvar ósemjur sínámillum. Tá hann kemur heim við einari fúlari kenning, bæði sparkar og slær hon hann, og hóttir við at ringja eftir løgregluni (regla 28-41). Hon er vís í, at tey aldrin hava havt eitt orduligt parlag, og at hann ikki er maður hennara (síðsta regla). Hetta kann eisini fáa hana at sýnast næstan svaka ella sálarliga sjúka. Hon fær eisini vaml av manni sínum: "Eg fái inniligt vaml og má renna út at spýggja" (regla 64).
|
225
|
Henrik er líkasælur og sær ikki trupulleikarnar konan hevur. Hann skemtar bert við tí, hon sigur við hann. Hann letur sum um onki er farið fram og fer at gera kaffi: "Hann ger kaffi í køkinum, sum um onki er farið fram, og etur tvær abyl" (regla 61-62).
|
226
|
Hann nýtir eisini harðligt mál móti kvinnuni: "Sovorðin lítil mer.""Nú eri eg troyttur og fari inn at sova" (regla 76-77).
|
227
|
Regla 2): ".eyguni eru sum fiskaeygu.". (Regla 52-53): "Andin frá honum er súrur, sum rotin tari, ella tað, sum verri er".
|
228
|
Hon nevnir eisini fleiri ferðir, at hon brennir innaní. Hon sigur, at hon ikki kennir mannin og kennist heldur ikki við gullringin á fingrinum. Hetta kann vísa á, sum áður nevnt, at hon ikki vil kennast við hann, og ringurin vísir, at hon er bundin at honum, sum hon ikki kennir seg væl við.
|
229
|
Høvuðstemaði í stuttsøguni er heilt víst trupulleikar í parløgum. Tað kemur tíðiliga fram í søguni at tey hava nakrar ósemjur sínámillum, sum tey hava trupult við at loysa. Tað kann hugsast, at kvinnan hevur gift seg við einum manni, sum hon als ikki vil vera saman við. Tá hon er stødd á vertshúsinum, umringa av fólkum í ørviti av drykkjuskapi, skilir hon, at henni dámar hann ikki; als ikki. Hon hatar hann. Tað tykist, sum hon bert hevur roynt at góðtaka parlag teirra øll árini, men tá hon veruliga hyggur at gullringinum á fingrinum, fatar hon ikki, hví hon er gift við honum.
|
230
|
Vit síggja eisini beinanvegin, at okkurt er skeivt við hesum hjúnarbandinum. Tað tykist sum kvinnan hevur verið gift við hesum manninum alt ov leingi, og nú hevur hon fingið nokk.
|
231
|
Endin á søguni er tó sera opin. Vit fáa ikki at vita um hon góðtekur hjúnarbandið, ella um tað verður skilnaður teirra millum. Hon tykist tó bert at góðtaka tað, sjálvt um hon ikki elskar hann.
|
232
|
Tú veit ikki sum lesari, hvat er hent teirra millum. Er tað konan, ið er illa fyri sálarliga? Er tað rúsdrekka sum spælir inn? Ella er tað okkurt heilt annað?
|
233
|
Tó haldi eg tað tykist sum kvinnan er gift við einum manni, sum henni als ikki dámar; hon nevnir fleiri ferðir, at hon hatar hann. Hon livir eina lygn og hevur leitt seg sjálva í villareiði av hesum manninum, sum hon helt var tann rætti maðurin fyri hana. Tá hon síðani roynir at staðfesta hetta fyri manninum, eydnast tað henni ikki.
|
234
|
Hagtølini fyri skilnaðir í dag eru sera høg. Tølini veksa alsamt og ofta eru børnini í klemmu. Tað er ikki lætt sum barn at hava skild foreldur. Tað er allatíðina barnið, sum skal taka avgerðirnar; skal eg verða hjá mammu ella pápa á jólum? Skal eg halda føðingardag hjá mammu ella pápa? Tað eru sjálvandi eisini pør sum finna væl útav tí aftaná skilnaðin, og tað er eisini tað besta fyri barnið.
|
235
|
Greina og tulka stuttsøguna "Hatta er ikki maður mín" (tekstur 1). Legg m.a. dent á
|
236
|
Hon eygleiðir tey fullu fólkini í vertshúsinum sum berjast við at sleppa fram at jukeboksini, hon er illa fyri. Hann roynir eftir henni, og kemur allatíð við sínum ólekkru viðmerkingum.
|
237
|
Hon er troytt av øllum teimum fullu fólkunum og vil bara heim í song. Brádliga vaknar hon, ein maður kemur inn í íbúðina. Hon øsir seg inná hann, inntil hann fortelur henni at hann býr í íbúðini. Hon er frá sær sjálvari.
|
238
|
Søgan gongur fyri seg í innara sjónarhorið, og hon verður sædd gjøgnum eyguni á frásøgufólkinum í 1. Persóni. Eisini kenna vit hugsarnir hjá frásøgufólkinum.
|
239
|
Hetta síggja vit gjøgnum allan tekstin tí frásøgufólkið greiðir frá um sínar meiningar um mann sín. Hon sigur m.a. ''Eg hati hann, "Eg brenni innan. Hasin har inni, hatta er ikki maður mín." (Regla 84-86).
|
240
|
Søgan hevur nógv undirtemu, m.a. sorg, sjúka, vreiði og drykkjuskapur.
|
241
|
Um ein hyggur eftir hagtølunum fyri hjúnarskilnað í 1995, tá søgan er skrivað, er halltalið nógv vaksandi um hesa tíðina (.1).
|
242
|
Í 80'unum vóru hagtølini viðv. Hjúnarskilnað sera høg, men í 1990 lækkaðust tey, og tað førdi við sær at fólk fingu størri áhuga í at gifta seg. Í 1995 hækkaðist tey aftur.
|
243
|
So ein kann hugsa sær at Naja Maria Aidt hevur skrivað søguna í samband við at hjúnarskilnaðurin var hækkaður í hesum tíðarskeiðinum.
|
244
|
Hon er gift við einum manni sum hon ikki elskar. Tey hava nógvar trupulleikar í teirra hjúnarbandi. Tað sæst gjøgnum alla søguna. Eitt dømi er á (reglu 15), har hon undrast yvir at hon enn er edrú, hóast hon vónaði at heimurin fór at sýnast ljósari.
|
245
|
Hon handlar sum hon hugsar, og er ógvuliga forvirrað og skilur ikki at hon hevur gift seg við honum(regla 80).
|
246
|
Hon hevur roynt at smitað hann út, men hann skilur tað ikki.
|
247
|
Tað er einki yvamál um at hon er sannførd um at tey ongantíð hava havt samband, og so slett ikki at tey eru gift.
|
248
|
Hon vamlast av honum, sum sæst á reglu 64, har hon rennur út fyri at spýggja. Hon roynir at loysa trupulleikarnir á ein skilaleysan hátt, og tí kan hugsast at hon hevur eina krisu. Krisur koma í mongum ymiskum støðum. Ein kann uppliva krisur bæði einsamallur, og saman við øðrum. Ofta er krisan eitt úrslit av problemum í samlívi og tilveru við øðrum fólkum: Hjúnarkrisur, familjutrupulleikar, trupulleikar á arbeiðsplássinum og mangt annað.
|
249
|
Um ein letur krisuna útvikla seg, er tað møguligt at hon krisan ræðið. Tað tykist at kvinnan hevur útviklað eina depressión, og klárar ikki sjálv at koma úr henni. Hon koyrur problemini yvir á mannin, ið ikki dugir at síggja at hon er deprimerað, og av tí sama so fær hann ikki gjørt nakað. Hetta ger so tað at hon byrjar at hata hann, og í søguni síggja vit at tað er ikki smávegis sum hon hatar hann. Alt hetta fær hana at nogta at hon nakrantíð gifti seg við honum.
|
250
|
Flestu undrast allarhelst á at hann má greiða konu síni frá at tey eru gift. Hon hevur møguliga mist minnið av sjúkuni. "Og so løgið, sum tað ljóðar, so eri eg giftur við tær. Og tú ert gift við mær"(regla 74).
|
251
|
Allir hesir trupulleikarnir kunnu siga okkum at hon hevur ógvuliga stórar sálarligar trupulleikar.
|
252
|
Maðurin er giftur við kvinnuni sum er høvuðspersónurin í søguni. Hann tykist ikki at vera serliga ávirkaður av problemunum teirra millum. Men um ein hugsar um hansara lívsstíl, kann tað tykjast at hann hevur nakrir trupulleikar. Ein av teimum er at hann drekkur illa.
|
253
|
Hann útihýsir sínar trupulleikar, og tykist ikki at síggja hvørjari støðu kona hansara er í. Men tað sæst at tað lýsnar eitt sindur hjá honum á reglu 62. "Er tað skemt?" spyr hann, meðan hann flennir, "tí, um so er, so er hetta fanin gali sjúkligt skemt." Tá hann kemur heim frá vertshúsinum, og hon "leypur á hann" blívur hann illur, men leggur seg síðani at sova, uttan at loysa trupulleikan. Hansara atburur stemplar hann sum ein ið heldur at alt fer at ganga.
|
254
|
Hann gongur ikki høgt uppí hvat konan hugsar um hann (regla 53) "Andin frá honum er súrur, sum rotin tari, ella tað, sum verri er".
|
255
|
Hann er ógvuliga hjartaleysur. T.d. tá hann klappar henni á høvdið ístaðin fyri at troysta hana. "Síðani fari eg aftur at gráta, eg smokki saman niður á køksborðið og tútbrøli."Tað er púrasta galið við tær, ha," sigur hann blídliga og klappar mær á hárið.(regla 65).
|
256
|
Í byrjanini av søguni fáa vit eina kenlsu av at rithøvundurin heldur at kvinnan er eitt skilagott menniskja. Tað sæst m.a. tá hon skrivar at kvinnan fer heim, tí hon heldur seg ikki hava nakað felagsáhugamál við mannin á vertshúsinum. Tá ein síðani kemur longri inn í tekstin, før man at vita at tað er maður hennara, tá fáa vit hennara meining at vita; Hon heldur av kvinnan er eitt óstøðugt menniskja, ið livir saman við einum manni, ið ikki skilur konu sína á nakran hátt.
|
257
|
Eitt dømi uppá tað er (Regla70) "Nú er ballið buið, hon sjálv, hetta er ov galið. Soleiðis spæla vit ikki her. Eg eri maður tín, og hetta bjóðar tú mær ikki." - Verður illur tí hennara illsemi og grátur heldur á framm. Hann kennur hana ikki aftur í gerðum hennara, og tykjist hjartaleysur.
|
258
|
Endin á stuttsøguni er sera opin, og leggur ikki upptil at kvinnan fer frá manninum, og eiheldur at hon verður saman við honum. Eftir øllum at døma sum sagt, so vildi eg mett at teirra hjúnarband fær sín enda. Søgan endar tó við at kvinnan næstan verður noydd at viðganga at hon er gift við manninum. Rithøvindurin ger mannin menniskjasligan við at geva honum eitt navn: "Hendrik". Í gjøgnum alla søguna verður hann lýstur sera ómenniskjasligur, men í endnum broytist søgan heilt, tí maðurin fær sín samleika.
|
259
|
Í stuttsøguni hevur sjónarhorn ein týðandi leiklut. Stuttsøgan fer fram í innarasjónarhorni, har søgan verður sædd gjøgnum eyguni hjá høvuðspersóninum í 1. persóni. Tað sæst í øllum tekstinum, har høvuðspersónurin lýsir sínar meiningar og hugsanir. Dømir úr stuttsøguni eru t.d. "eg brenni innan", eg hati hann" (r. 43). Sjónarhorni broytist frá reglu 69-79, har ið vit fáa sjónarhorni hjá Henrik. Vit fáa ikki at vita hvat Henrik hugsar um konu sína, men vit fáa at vita hvussu hann berur seg at, rundan um hana.
|
260
|
Setningsbygnaðurin í stuttsøguni er miðal langir setningar. Teir eru ikki torførir at skilja, og tað er nógv beinleiðis tala. Eitt dømi um beinleiðis talu er "Vilt tú hava, at eg ringi eftir politinum, skríggi eg" (r. 39-40). Setningarnar lýsa væl stílin og orðavalið, tí at stuttsøgan hevur nógvar beinleiðis hendingar. Stíllegan er gerandislig við nútíðar orðavalið, so hon passar væl inn við, at verða skrivað í 1995. Huglagið í stuttsøguni er dapurt og ræðandi. Ein fær ein lítlan kvøkk av at lesa stuttsøguna, tí ein ikki veit heilt hvør í hesin maðurin er. Vit lesa ikki um nakað gott og glediligt í søguni, vit lesa bert um hvussu negativt og tungt teirra lív er. Eisini lesa vit um, hvussu negativan tóna tey hava, tá tey tosa saman.
|
261
|
Stuttsøgan verður søgd samstundis, sum hendingarnar fara fram (medlit). Stuttsøgan gongur fyri seg um veturin mitt í 1900 talinum. Staðið stuttsøgan gongur fyri seg er í einum stórbýi. T.d. kunnu vit lesa at kvinnan tekur ein hýruvogn heim frá verksthúsinum (r. 15). Eitt annað í vísir á, at hon býr í einum stórum býi er, at hon býr í eini íbúð (r. 29). Tað, at hon býr í eini íbúð, vísir á at tey eru frá miðstættini. Eitt annað dømi um at tey eru frá miðstættni er, at hon hevur ein gull giftiring (r. 81). Teirra málburður liggur tó í undirstættinum. Henrik sigur t.d. "Sovorðin lítil mer." (r. 76). Eg ímyndi mær, at tey liva í eini frásøgn í er millum undirstættin og miðstættin.
|
262
|
Persónarnir í stuttsøguni eru óbeinleiðis lýstir tað vil siga, at teir verða lýstir gjøgnum tað, sum teir hugsa siga og gerða.
|
263
|
Stuttsøgur í stuttsøgusavniðinum "Tilgang" hjá Naja Marie Aidts er sum oftast um vaksin menniskju, ið liva lívið uttan fast grundarlag og felagskab. Hetta ger seg eisni galdandi í stuttsøguni "Hetta er ikki maður mín".
|
264
|
Málið og stílurin í søguni skapar eitt dapurt og ræðandi huglag.
|
265
|
Søgan byrjar í medias res tvs. at søgan byrjar mitt í einari hending, har ið bakgrundin hjá persónunum ella hendingini ikki verða lýst lesaranum áðrenn.
|
266
|
Gongdin í søguni fer fram í tíðarrøð, og hevur ongan framlitir ella afturlitir.
|
267
|
Frásøgufólkið er konan í hesari søguni. Allar hendingarnar og hugsaninar eru eftir hennara sjónarhorni. Av tí at søgan verður sædd gjøgnum einum ávísum persóni, og lesarin fær hugsaninar hjá viðkomandi at vita, er søgan skrivað eftir innara sjónarhorni í 1. persóni. Vit kenna bara hugsaninar hjá henni, og ikki um hugsaninar hjá honum. Frásøgufólkið (konan) fortelur søguna kensluligt tvs. at hon fortelur hana ikki neutralt. Kenslurnar hjá henni taka lættliga yvir, tá ið hon lýsir umhvørvið. Tá ið hon skal tosa um mannin (Hendrik) fáa vit eina ringa uppfatan av honum, tí at hann verður lýstur so negativt.
|
268
|
Man fær eisini varhugan av at honum dámar væl at drekka, og at hann ger tað regluliga.
|
269
|
Hann og konan eru voksin frá hvørjum øðrum, hon kennir hann ikki aftur. Frásøgufólkið er konan, og hon lýsir mannin hjá sær beinleiðis.
|
270
|
Konan hjá Hendrik er ein deprimerandi kona, sum ikki elskar hann. Henni dámar ikki mannin hjá sær, og hevur ringt við at búgva saman við honum. Í hennara eygum er hjúnabandið millum tey bæði upployst, og hon roynir ikki at bøta um støðuna. Hon sigur seg ikki minnast, at hon er vorðin gift við honum, og at tey búgva saman. Eisini klárar hon ikki tankan um útsjóndina hjá manninum. Hon fær vaml og spýr av tí. (linja. 63-64)
|
271
|
Eingin menning fer fram hjá høvuðspersóninum, man veit faktiskt ikki hvat hon ger í endanum. Um hon verður verandi hjá manninum ella rýmir, er nakað sum lesarin má ímynda sær sjálvur. Tá ið man ikki veit endan í einari søgu, verður endin kallaður fyri ein opin endi.
|
272
|
Konan samanber eyguni hjá Hendrik við fiskaeygum, (linja. 2-3) og tað er so ein samanbering, har hon samanber mannin hjá sær við nakað kalt og kensluleyst. Fiskaeyga verður sýmboliserað sum nakað kámut og kalt.
|
273
|
Í byrjanini fær man ta áskoðanina at konan er klók og skilagóð, og veit hvar hennara mark er. (linja. 6-9) Hon lýsir hvussu býtt fullu fólkini uppføra seg, og rýmir frá einum manni, (ið seinni vísir seg at vera Hendrik) tí hon heldur hann ikki út.
|
274
|
Í endanum fangar man so eisini at søgan er um eina forvirraða konu, sum livir við sínum manni, ið er kaldur og ikki hevur nakra fatan yvir kvinnum.
|
275
|
Annars er søgan rættiliga einføld og greið. Søgan kann ikki missskiljast, men hon kann hava nakrar setningar, ið fær lesaran at hugsa eitt sindur eyka.
|
276
|
Søgan verður fortald av konuni, sum er frásøgufólkið og eisini høvuðspersónurin. Søgan er fortald í 1. persóni við innara sjónarhorni. Gjøgnum alla søguna sigur hon frá sínum tonkum og kenslum: "Í somu løtu skilji eg." (r. 1), "[eg] undrist á, at eg eri edrú." (r. 14-15) og "Eg eri alt ov uppøst. Eg brenni innan." (r. 43).
|
277
|
Søgan fyrigongur ikki yvir eitt langt tíðarskeið. Vit fáa at vita, at klokkan er 4 um náttina tá hon fer heim, og at hon vakir Henrik aftur klokkan 11 morgunin eftir. Rokna vit so tímarnar saman gevur hetta okkum eitt tíðarskeið uppá áleið 7 tímar.
|
278
|
Hjúnaskilnaðurin byrjaði at taka seg sjónliga fram í 90'unum, og er nakað sum hendir vanliga í dag, tí meti eg at søgan fyrigongur í 90'unum.
|
279
|
Konan er høvðuspersónurin í søguni, tó fær hon einki navn og ongan aldur givnan í tekstinum. Men hon er helst ein tilkomin kvinna, tí hon er gift við manninum Henrik, gongur á barr og drekkur seg fulla av alkoholi. Men tað vísir seg seinni, at henni ikki dámar sera væl Henrik, og hon verður lætt ill inná hann: (r. 28 + r.43). Hon hevur tað ikki bert lætt at blíva ill, men eisini er hon sera harlig og nýtir harðskap, tí hon vil ikki, at maður hennara skal verða inni í teirra húsið: ". eg rópi: "Far út í stundini, út við tær, far, burtur, FAR!" Eg sparki eftir honum og royni at draga hann yvir móti upplatnu hurðini. Eg sparki og slái og kundi havt sligið hann í hel." (r.30-32) og "Eg skumpi hann burtur." (r.63).
|
280
|
Henrik er giftur við konuni, ið er høvuðspersónurin í søguni. Hon lýsir eygu hansara sum, at hann hevur eygu sum fiskaeygu; ið standa eitt sindur útúr, eru bleik og vatnkend (r. 2). At byrja við er Henrik eitt sindur aftur haldin og letur konuna skelda, sláa og sparka eftir honum, uttan at gera henni nakað smávegin aftur, men leggur seg heldur bara at sova. Tó sigur Henrik nakað áhugavert seinast í søguni, um ringin á ringfingrinum, og um tað at verða giftur við onkran, har hann veruliga sigur sína meining (r. 71-75).
|
281
|
Arbeiði hevur ikki so stóran týdning fyri hann og málnýtslan hjá honum er ikki av tí fína slagnum, tað síggja vit t.d. á reglu 36: ". og har situr man, gloymdur eftir við fúlari kenning, gamla er rýmd, tað er pínadoyð væl gjørt."
|
282
|
Nakrar myndir eru í søguni: ". eyguni eru sum fiskaeygu, standa eitt sindur útúr, eru veik og vatnkend.", "Eg brenni innan." og ". gullringur situr skrúvaður niður í kjøtið".
|
283
|
Tað at brenna innan kann koma av, at man er stressaður og ikki orkar meira, og er tað heldur eitt úttrykk fyri, at ein er um at bresta heldur enn, at hann bókstaviliga brennur innan.
|
284
|
Gullringarnir sum sita skrúvaðir fastir niður í kjøtið, eru mynd uppá tað lyfti man ger tá man verður giftur inn í eitt hjúnarband. At teir sita skrúvaðir fastir í kjøtið, skal vísa á hvussu tídningarmikið hetta lyfti sum man ger tá man verður giftur er, og at ringarnir eru settir har fyri at verða har.
|
285
|
Eisini kann sigast, at øll søgan er ein mynd uppá hvussu tíðin viðv. hjúnarskilnað var um tað mundi. Søgan er eitt dømi uppá, hvussu eitt hjúnaband kann enda, um vit ikki vísa hvør øðrum ans. Men søgan hevur ein sera opnan enda. Hon staðfestir ikki, um konan fer frá manninum ella velur at vera verandi saman við honum. Í endanum velur rithøvundurin at geva manninum navnið 'Henrik'. Hetta navnið er í familju við orðið at 'herska'. Eg trúgvi ikki, at tað er við tilvild, at maðurin eitur sum hann ger. Møguliga sleppur hann at ráða yvir, um hjúnabandið millum hann og konuna heldur fram ella ikki.
|
286
|
Hjúnarband er nakað sera álvarsamt at fara í holt við. Fyrr í tíðini var tað skomm at skifta makað, meðan tað í dag er sera aktuelt og vanligt, at eini hjún velja at fara frá hvørjum ørðum. Fer tú í eitt hjúnarband verður tað ikki beinleiðis vænta av tær, at tit fara at liva saman reystina av lívinum, tí eftir umstøðunum í dag, hava vit ikki líka nógv brúk fyri hvørjum øðrum, sum man hevði tá fyri at yvirliva. Men hví hugsa fólk seg ikki betur um áðrenn tey giftast? Nøkur hugsa seg ikki væl um og onnur hugsa seg kanska yvirhøvir ikki um, tó eru tað eisini nøkur sum eru óheppin.
|
287
|
Lívið er ikki altíð lætt og vit fara ofta at koma út fyri truplum støðum, har vit ikki vita hvussu vit skulu gera, trupulleikar eru bert ein partur av okkara lívs gongd, og mugu vit taka teir við okkum og læra av teimum.
|
288
|
Søgan tosar um tveir ymiskar persónar - eina kvinnu og ein mann. Tey kenna hvønn annan, og hava greidliga eina fortíðar søgu, ið hevur leitt tey í ta torføru støðu, tey eru í.
|
289
|
Maðurin ber navnið Henrik (l. 84), men verður umrøddur sum "hann" ella "maðurin". Hann verður lýstur sum eitt ófantaligur tyranur, sum drekkur illa og er harðligur. Hann er manipulerandi, og alt, sum hon sigur, fær hann vent við, og koyrt ímóti henni
|
290
|
Søgan er fortald úr innara sjónarhorninum hjá kvinnuni. Hon fortelur útfrá tí, sum hon sær og upplivur, og vit fáa tí bert hennara fatan av støðuni. Hevði søgan farið fram undir sjónarhorninum hjá manninum, hevði søgan ivaleyst fingið vend í og verið ein heilt onnur, sjálvt um sama hending varð fortald. Harafturat tykist kvinnan at hava trupulleikar í sinninum, og tí skal møgulleikin, um at hennara sjónarmið av søguni er misvísandi, ikki útihýsast.
|
291
|
Endin á søguni er opin, og er tí opin fyri tulkingum. Tað verður ikki upplýst, hvør maðurin veruliga er, men bert tað, at hon ei longur sær hann sum mann sín.
|
292
|
Stuttsøgan kann lættliga setast í samfelagsligt høpi, og kann eisini vera ein sonn søga. Ofta hoyrir ein søgur um kvinnur, ið ikki longur vilja vera hjá manninum, sum eru útsettar fyri harðskapi, og sum hava torført við at sleppa úr hesum mynstrinum. Inni á heimasíðu kvinnuhúsins ( eru nakrar søgur útgivnar um veruligar kvinnur, ið hava verið út fyri harðskapi og øðrum órættvísi frá makanum. Hesar veruligu søgurnar líkjast nógv stuttsøguni "Hatta er ikki maður mín", og tær kunnu tí samanberast. Í hesum veruligu hendingunum hoyra vit um kvinnur, ið eru fangaðar við einum persóni, ið tær eru bangnar fyri. Tær royna úrslitaleyst at sleppa sær undan honum, og nógvar av teimum verða annaðhvørt tunglyntar ella sálarliga sjúkar, og teimum tørvar hjálp. Somuleiðis er við kvinnuni í søguni, sum hevur fingið ávirkan av einum mannfólki, ið ræðir yvir henni.
|
293
|
Sum vit síggja, gongur øll søgan í tíðarrað, tí tað eru eingin afturlit av nøkrum slag. Hetta vil also siga, at rithøvundurin hevur brúkt tíðarraðarbygnað. Tíðarrøðin fevnir bert um eitt kvøld, og morgunin eftir hetta kvøldið, so hetta er ein sera stutt søga. Vit vita ikki nær hon gongur fyri seg, bert at kvinnan og maðurin blivu gift í 1986, og at søgan bleiv givin út í 1995, so tíðin má vera ímillum hetta tíðarskeiðið. Søgan byrjar í medias res, og hevur ein opnan enda, har vit ikki fáa at vita hvussu tað endar hjá hesum parinum. Málið er sera lætt lesiligt, men teir negativu tankarnir hjá frásøgufólkinum, fáa huglagið at tykjast dapurt.
|
294
|
Frásøgufólkið í stuttsøguni, er kvinnan sjálv. Tað sæst sera týðiliga í gjøgnum alla søguna, tí hon verður alla tíðina fortald frá innara sjónarhornið, í fyrsta persóni. Dømir um hetta er millum annað; "Í somu løtu skilji eg, at mær ikki dámar hann", og "So sovni eg". Frásøgufólkið, er eisini ein av teimum einastu persónunum í søguni. Tað er bert ein annar persónur, ið vit hoyra um, og tað er maðurin hjá kvinnuni.
|
295
|
Um vit byrja at hyggja at konuni, so eru tað bert óbeinleiðis lýsingar av henni. Tað fyrsta, sum vit fata, er at hon er sera ónøgd við lívið hjá sær. Hon hevur helst einaferð verið sera góð við mann sín, men okkurt er hent, sum hevur gjørt at hon ikki kennir hann longur, og hetta ávirkar hana sera nógv. Kensluliga hevur hon als ikki stýr á sær sjálvari, hon situr og grætur aðru hvørja løtu, og hinar løturnar verður hon sera lætt ill. Hennara illsinni síggja vit fleiri staðni í søguni, eitt nú á linju 28, har tað stendur skrivað; ".eg eri í øðini, eg ristist um allan kroppin". Eisini fáa vit eina kenslu av, at hon í síðstuni hevur roynt at drukkið sínar trupulleikar burtur, men at tað ikki gongur so væl við hesum. Hóast hon kensluliga er óstøðug tá hendan søgan gongur fyri seg, vænti eg tó ikki at hon altíð er soleiðis, tvørtur ímóti vænti eg at allir trupulleikarnir í parlagnum stressa hana so nógv, at hon ei heldur kennir seg sjálva longur.
|
296
|
Hóast stuttsøgan er skrivað rættiliga líka fram, og málið er lættlesiligt, er eitt sindur av myndamálið, sum geva tekstinum eitt sindur meir týdning. Eitt nú, eru tvær samanberingar, sum báðar lýsa hvusssu illa kvinnuni dámar mannin hjá sær, hesar eru: ".eyguni eru sum fiskaeygu." á reglu 2, sum kvinnan brúkar at lýsa, hvussu maðurin ikki vil viðurkenna at okkurt er galið, og "Andin frá honum er súrur, sum rotin tari, ella tað, sum verri er" á reglu 52, ið bert lýsir at maðurin hevur drukkið kvøldið fyri. Ein afturvendandi setningur í søguni, sum fær meg at hugsa hvat man liggja aftanfyri hann, er; "Eg brenni innan". Hesin setningurin kemur fyri seg tvær ferðir í søguni, fyrstu ferð beint aftaná Henrik hevur lagt seg at sova á sofuni, og aðru ferð í endanum av søguni. Setningurin sigur okkum, at kvinnan als ikki kann klára at vera í hesum parlagnum, hon pínist so nógv, at tað følist, sum tað brennir.
|
297
|
Hóast man heldur seg hava funnið tann rætta makan, er tað ikki altíð, at so er. Ymiskir trupulleikar kunnu vera í parlagnum, sum gera at hesin persónurin knappliga ikki tykist so framúrskarandi, sum man einaferð helt. Í stuttsøguni "Hatta er ikki maður mín" lýsir Naja Marie Aidt sera væl eitt hjúnaband, sum eftir nøkur ár, ikki var tað sama longur. Tað kann jú henda seg, at man við tíðini broytist, og ikki er tann, sum man einaferð hevur verið.
|
298
|
Homoseksualitetur, samkynd, hjúnarband, kristindómur, javnrættindi. Hetta eru orð vit hoyra nærum hvønn dag, og tað er sum ganga tey hond í hond. Hesar dagar hoyrir tú næstan ongantíð orði "samkynd", uttan at beint aftaná hoyra eitt ella fleiri av orðunum "hjúnarband, kristindómur, javnrættindi". Tað er kanska ikki so løgið av tí at tað, uttan iva er mest umtalaða "politiska" kjakið tey seinastu 10 árini. Eg seti orðið "politiska" í gásareygu t'at tað er ikki bert mest umtalaða politiska kjakið, men eisini mest umrødda kjakið yvirhøvur í føroyum. Líka síðan ovurstóra stríðið ið var, tá ið 266b bleiv sett í gildið, hevur kjakið snúð seg um rættindini hjá samkyndum at giftast borgarliga í føroyum. Í hesum stíli fari eg at skriva eitt tíðarrit um rættindi teirra samkyndu, kjakast um grundgevingarnar, frá báðum síðum av, greina grundgevingarnar hjá rithævindinum og eisini fari eg at siga mína egnu meining um málið.
|
299
|
Homoseksualitetur hevur verið evnið í nógvum upphitaðum samanbrestum millum nógv fólk í dagsins samfelag seinastu mongu árini. Ein tann sterkasta meiningin av øllum kemur frá kristiligu krikjuni. Tann kristiliga kirkjan sigur, at eingin er føddur samkyndur, tað er ikki eitt design frá Guði, men at tað er umhvørvi ið hevur skyldina. Flestu samkynd siga at tey eru fødd við einum samkyndum geni, og at tað ikki ger mun hvussu umhvørvið er. Homoseksualitetur kann verða eitt eitt sindur torført evni at skriva um. Í gomlum døgum kom hetta evnið ikki uppá tal í vanligum samtalum. Eg haldi at tað er sera týdningarmikið at vita, at homoseksualitetur er ikki nakað sum akkurát er uppfunnið. Tað hava altíð verið menn ið tiltrekkjast at monnum, og kvinnur at kvinnum. Eitt gott dømi av hesum er gamla Grikkaland (800-600.), har tað var sera vanligt at menn høvdu samlegu við dreingir í pubertetinum. Tað at tað at verða samkyndur er so "vanligt" og útbreitt ger, í mínari meining, at hetta má verða eitt natúrligt fyribrigdi. Vit, samfelagið, burdu spurgt okkum sjálvi um vit ikki heldur skulu taka okkum av málum ið beinleiðis ávirka okkara heilsu/økonomisku støðu, heldur enn at brúka so nógva tíð uppá hvat fólk gera í songini. Eg haldi at tað er púra burturvið. Sjálvt um tað at verða samkyndur verður alsamt meira og meira góðtikið í vesturheiminum, er tað líka ræðandi hvørjaferð vit síggja hvussu tey samkyndu blíva viðførd í miðeystri og aðrastaðni. Tey verða steinaði, kasta av háhúsum og torturerað, av tí eini orsøk, at tey eru samkynd. Hetta er enn eitt dømi uppá hvussu religión skapar ræðulig umhvørvi, men tað kann eg ikki fara inn á.
|
Subsets and Splits
No community queries yet
The top public SQL queries from the community will appear here once available.